2026-07-02 07:18
Landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Hildu Jørgensen, sum einalærara, í Haraldssunds skúla
Hetta frá 1. august 2026.
Tað skrivar Undirvísingarstýrið á heimasíðu sínari.
Hilda Jørgensen er 38 ára gomul og býr í Klaksvík. Hon hevur tikið læraraútbúgving á Føroya læraraskúla við linju í alis- og evnaðfrøði, støddfrøði og ítrótti/svimjing, skrivar undirvising.fo.
- Hilda hevur undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum. Eisini hevur hon royndir á serøkinum.
Sí eisini: Cecilia Nolsøe Sørensen skal røkja skúlastjórastarvið í Porkeri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald