Demokratiska forsetavalevnið í 2016, Hillary Clinton, váttar nú, at hon ikki hevur ætlanir um at royna at gerast demokratisk forsetavalevni til valið í 2020.
Tað sigur hon í eini samrøðu við CNN-sjónvarpsstøðina.
Í januar skrivaðu fleiri amerikanskir miðlar annars, at fyrrverandi amerikanska forsetafrúan og uttanríkisráðharri enn ikki hevði slept ætlanirnar um at gerast fyrsti kvinnuligi forsetin í USA.
Men nú slær hon fast, at hon ikki ætlar sær út í eitt nýtt falstríð móti Donald Trump, sum hon tapti forsetavalið til í 2016.
- Eg stilli ikki upp, men eg haldi á við at arbeiða, kjakast og halda fast um tað, sum eg trúgvi uppá, ljóðar boðskapurin hjá Hillary Clinton.
- Eg haldi áfram við at siga tað, eg haldi. Eg eri ikki burtur.
Søgurnar um, at hon møguliga fór at stilla upp, hava ljóðað leingi, og Clinton umhugsaði eisini av álvara at stilla upp fyri nøkrum mánaðum síðani.
Tað eru longu fleiri demokratiskir politikarar, sum hava boðað frá, at tey ætla at stilla upp til forsetavalið.
71 ára gamla Hillary Clinton sigur við CNN, at hon heldur ikki hevur ætlanir um at stilla upp til onnur val – eitt nú til guvernør ella senator í heimstati sínum, New York.
Í 2016 gjørdist Hillary Clinton tann fyrsta kvinnan, ið varð tilnevnd til forsetavalevni hjá øðrum av teimum báðum stóru flokkunum í USA. Á valinum fekk hon næstan tríggjar milliónir fleiri atkvøður enn Donald Trump, men tapti kortini valið orsaka av valmansskipanini.
Hóast hon ikki stillar upp, sigur Clinton seg vóna, at hon kann vera við til at eggja øðrum kvinnum til at royna eftir at søkja landins máttmiklasta embæti, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald