Hillary Clinton hevur enn ikki heilt slept dreyminum um at flyta innaftur í Hvítu Húsini í Washington, hesaferð sum forseti.
Hon umhugsar framvegis at melda seg til sprøkluta liðið av demokratum, sum roynast at gerast valevni fyri flokkin til forsetavalið um eitt ár.
Herfyri greiddi hon bretsku kringvarpsstøðini BBC frá, at hon áhaldandi hugsar um, hvat slag av forseta hon kundi verið, um hon hevði vunnið á Donald Trump. Og at hon allatíðina er undir trýsti frá øðrum um at stilla upp.
Og hon vísir ikki møguleikanum aftur.
- Eg fari aldri at siga aldri, men í løtuni er tað ikki ætlan mín, segði hon við BBC Radio 5. Hillary var í Bretlandi saman við dóttur síni, Chelsea. Møðgurnar hava júst givið út eina bók, tær hava skrivað.
Á forsetavalinum í 2016 fekk Hillary Clinton tríggjar milliónir atkvøður fleiri enn Donald Trump, men tað var ikki nóg mikið at fáa meiriluta millum valfólkini, sum í síðsta enda velja forsetan.
Í løtuni er trupult at meta um, hvør loksins verður almenna demokratiska valevnið at stilla upp móti sitandi forseta, skrivar tv2.dk.
Sannlíkindini siga, at antin Joe Biden ella Elizabeth Warren verða valevni, men møguleiki er eisini til staðar, at tað verður Bernie Sanders. Tað eru tey trý, sum liggja best fyri í veljarakanningunum.
Men nógv kann broytast, serliga nú tað frættist at ríki milliardingurin úr New York, Michael Bloomberg eisini umhugsar at stilla upp.
Alment eru tað í løtuni 17 demokratar, sum royna at gera seg galdandi í valstríðnum um at gerast forsetavalevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald