Í dag er tað eitt ár síðani, Hilton Garden Inn Faroe Islands lat upp, og tað verður hátíðarhildið við “Grand Opening“ av Brúsandi fríggjadegi í dag.
Hilton Garden Inn Faroe Islands var fyrsta altjóða hotellið í Føroyum og lat upp mitt í koronu-tíðarskeiðnum í fjør. Síðani ferðavinnan kom í gongd aftur í summar, hava heilt nógvir útlendingar gist á Hilton Garden Inn.
Hotellstjórin Martin Restorff er sjálvur vorðin 'heimskendur' í Føroyum í sambandi við skemtingarsomu lýsingarnar fyri hotellið í vetur, tá ið hann royndi at fáa føroyingar at gista á Hilton.
- Hilton-toymið gleðir seg ómetaliga nógv til at fáa enn fleiri føroyingar á gátt í vetur til jólaborðhald, gistingar og Brúsandi fríggjadag - tí tað setur ein heilt serligan dám á hotellinum, sigur Martin Restorff í tíðindaskrivi.
Hilton Garden Inn hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði og hitarúm og venjingarhøli.
Sí eisini: Myndir: Stásiliga Hilton hotellið latið upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald