Nú er klárt at taka ímóti gestum á nýggja, altjóða hotellinum í Havn, Hilton Garden Inn Faroe Islands. Hotellið letur upp á middegi í dag.
- Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tilgongd, og eg eri sera errin av at fáa eitt Hilton hotell í Føroyum. Nú gleða vit okkum at lata upp á middegi fyri gestum bæði til gisting, á matstovuni, til veitslur og til fundir og ráðstevnur, sigur Martin Restorff, hotellstjóri.
Í fyrsta umfari verður ongin almenn móttøka orsakað av koronu, men móttøkan verður sett á skrá, so skjótt umstøðurnar loyva tí.
Martin Restorff, hotellstjóri
Hilton hotellið hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði og hitarúm og venjingarhøli. Á hotellinum er tráðleyst netsamband, og øll kømur hava sjónvarp, køliskáp, arbeiðsborð, kaffi og te hentleikar v.m.
Góðar veitslu-, fundar- og ráðstevnuumstøður eru á hotellinum, sum hevur trý stór fundarhølir (Ovaru Hoydalar, Miðhoydalar og Niðaru Hoydalar) á niðastu hædd, sum kunnu gerast til eitt stórt høli (Hoydalar).
Á fyrstu hædd eru eisini tvey smærri fundarhølir (Boðanes og Svartifossur).
- Ymsu støddirnar á fundarhølunum og møguleikin fyri at lata upp millum tey stóru rúmini gevur nógvar ymsar møguleikar, so vit kunnu ganga stórt sæð øllum ynskjum á møti líkamikið, hvussu lítil ella stórur fundurin, veitslan ella ráðstevnan skulu vera, greiðir Martin Restorff frá.
Matstovan, Hallartún, og barrin hava opið hvønn dag, og hava eisini opið fyri uttanhýsis gestum. Hallartún letur upp í kvøld. Pláss er fyri upp til 90 gestum á matstovuni, sum er innrættað í nýmótans norðurlendskum stíli. Matstovan hevur íblástur úr franska bistro-køkinum við einføldum, men smakkríkum borðreiðingum.
- Vit í Hilton toyminum eru spent at taka ímóti fyrstu gestunum og veita teimum eina tænastuuppliving við altjóða góðsku og føroyskum gestablídni, sigur hotellstjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald