Innanlands

Hin royndi og hin óroyndi

Í dag skulu Tummas Jacobsen og Jónstein Petersen royna seg á Continental Sheepdog Championship í Eysturríki

(Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

(Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

2024-08-30 10:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ketty A. H. Winther við Ragnu fekk seg roynda í gjár á Continental Sheepdog Championship í Eysturríki, har føroyska landsliðið luttekur.

Seyðurin var ikki lættur at fáast við og veðrið var eisini avbjóðandi. Tað bleiv til 139 stig og tað gav eitt 15 pláss av 36 plássum. Flott úrslit undir torførum umstøðum og í eini sera javnari kapping.

Í dag skulu Tummas Jacobsen og Jónstein Petersen royna seg. Tummas skal inn sum nummar 20 við Moss, hann hevur nummar 56 á rygginum. Hann er royndasti luttakarin á landsliðnum, bæði í heimligu kappingini og altjóða.

Hetta er, har aftur í móti, fyrsta altjóða kappingin hjá Jónsteini. Hann tók øll á bóli til FM í 23/24, og bleiv nummar 2 við hundinum Gripur. Teir báðir skulu royna seg sum nummar 35 í dag. Jónstein hevur nummar 71 á rygginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder