Uttanlands

Hinir flokkarnir sláa seg saman fyri at vinna á høgraveinginum

Fleiri hundrað valevni hava tikið seg av listanum undan øðrum valumfari í Fraklandi. Hetta fyri at geva valevninum, ið hevur best møguleika at vinna á høgraflokkinum upp aftur betri møguleika

Ikki er vist at oddafólkini á ytsta høgraveinginum fegnast eins nógv eftir valið sunnudagin. Her fegnast Marine Le Pen og Jordan Bardella um sigurin á ES-valinum í mars (Mynd: EPA)

Ikki er vist at oddafólkini á ytsta høgraveinginum fegnast eins nógv eftir valið sunnudagin. Her fegnast Marine Le Pen og Jordan Bardella um sigurin á ES-valinum í mars (Mynd: EPA)

2024-07-03 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á franska valinum sunnudagin vann høgraflokkurin Groupe Rassemblement national hjá Marine Le Pen og Jordan Bardella stórsigur við einum góðum triðingi av øllum atkvøðunum.

Men undan øðrum og avgerandi umfari eru mótstøðuvalevnini hjá høgravalevnunum farin at samstarva til tess at forða høgraflokkinum í at vinna.

Sambært franska blaðnum Le Mond hava 221 mótvvalevni frá miðsamgonguni hjá Macron forseta og vinstraveinginum trekt seg undan øðrum valumfari, sum verður sunnudagin.

Tað gera tey av taktiskum orsøkum til tess at forða Groupe Rassemblement national í at fáa síni valevni vald í tjóðartingið.

Tað kann gera tað truplari hjá høgraflokkinum, at vinna stjórnarvaldið í Fraklandi, skrivar dr.dk.

Veljast skulu 577 sessir í tjóðartinginum, sum verða valdir í eins nógvum valdømum. Franska valskipanin er skipað á tann hátt, at um ikki ein politikari fær yvir helmingin av atkvøðunum í fyrra umfari, so verður avgerandi umval millum valevnini, ið fingu minst 12,5 prosent í fyrsta umfari.

Her er tað so tann, ið fær flestar atkvøður, sum verður valdur.

Í ár vóru eru tað fleiri valdømi, har umval verður millum valevni frá høgraveinginum, miðjuni og vinstraveinginum, sum eru komin víðari til annað umfar.

Men nú eru tað 83 politikarar frá miðflokkunum og 133 frá vinstraflokkunum, sum sambært Le Mond hava tikið seg aftur – freistin var í gjár.

Hóast hesi valevni als ikki eru samd politiskt, so vilja tey heldur hava, at teirra veljarar velja tað valevnið, ið stendur til at hava best møguleika at vinna á valevnið hjá høgraveinginum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder