Innanlands

Hinvegin: Nýggjur miðil sær dagsins ljós

Endamálið er sambært stovnararanum at fáa fleiri og víðari sjónarhorn fram. Stovnari er Jón Tyril

2022-03-08 00:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein nýggj tíðindasíða við navninum “Hinvegin” er almannakunngjørd í dag, og sæst á hinvegin.fo.

Endamálið við síðuni er sambært stovnaranum at fáa fleiri og víðari sjónarhorn fram, enn tey, vit hoyra dagliga í meginstreyminum av fjølmiðlum, sum tey orða seg. Margfeldi og fjølbroytni er ein styrki í tíðindum og samskifti.

Hinvegin sigur seg vilja vera eitt stað á netinum, har tú kanst finna tíðindi, viðmerkingar og bakgrundstilfar um aktuel evni úr sjónarhornum, sum ikki eru bundin av politiskari korrektheit, peningaligum seráhugamálum, politiskum ella religiøsum flokkadrátti, ella bara trongdini at halda tað sama sum øll onnur.

Síðan hevur talufrælsi, samvitskufrælsi og trúarfrælsi sum grundarlag. Og dentur verður lagdur á, at einans í fríum samskifti ber til at fáa ymisk sjónarhorn fram, soleiðis at okkara fatan kann gerast meira víðfevnd og álítandi.

Stovnari og redaktørur á síðuni er Jón Tyril. Jón er útbúgvin bachelor í føroyskum máli og bókmentum, men er kanska mest kendur sum stigtakari til tónleikatiltøk sum G! Festival og HOYMA. Jón hevur fingist við samskifti stóran part av lívi sínum.

Síggj síðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder