Uttanlands

Hitabylgja herjar í Grikkalandi

Rokna við yvir 40 hitastigum fleiri staðni í landinum. Tað hevur ongantíð fyrr verið so heitt so tíðliga á árinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-13 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ógvuslig hitabylgja herjar í stórum pørtum av Grikklandi. Aftur í dag verður roknað við yvir 40 hitastigum nógva staðni í landinum.

Tað hevur ongantíð fyrr so heitt so tíðliga á árinum í Grikkalandi, skriva tíðindastovurnar.

Orsøkin til hitabylgjuna, siga serfrøðingar, er broytingin í veðurlagnum.

Myndugleikarnir sóu seg noyddar til at steingja vælumtókta ferðafólkastaðið, Akropolis í Athen, stóran part av degnum í gjár.

Eisini skúlar hava stongt, og heitt verður á grikkar um at arbeiða heimanífrá. Tey, sum hava uttandura arbeiði hava fingið boð um at halda ein støðg millum klokkan 12 og 17.

[object Object](Mynd: EPA)

Reyði Krossur er til staðar á fleiri støðum, har ferðafólk fylkjast, fyri at geva fólki vatn. Rættiliga nógv fólk eru innløgd við hitaslagi.

Í skógum og lundum eru sløkkilið og løgreglan á serligum varðhaldi, tí vandin fyri náttúru- og skógareldum er øktur í nógva hitanum.

Seinni í vikuni verður roknað við meira vindi í økinum, og hetta økir um vandan fyri náttúrueldum. Seinastu árini eru nógv støð í Suðurevropa rakt av umfatandi og oyðileggjandi skógareldum.

Grikkaland er millum tey lond, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingunum, skrivar finska kringvarpið Yle við AFP, Reuters, AP og EBU sum keldum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder