2021-07-30 18:57
Sól og hiti eru ikki altíð nakað gott. Í landsynningspartinum av Evropa óttaðist tey nú, at mongu hitastigini komandi dagarnar fara at gera umstøðurnar truplar hjá nógvum.
Í dag er ein hitabylgja byrja, sum millum annað kann raka Grikkaland, Turkaland og Bulgaria, skrivar danska TV2.
Roknað verður við heilt upp til 45 hitastig. Í dag liggur tað til dømis beint um 40 hitastig í Athen, og tíðliga í næstu viku standa tey at fara uppum 40.
Talan kann gerast um eina av ringastu hitabylgjunum í Evropa í nógv ár, meta serfrøðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald