2023-06-30 09:32
Ein hitabylgja í Meksiko hevur seinastu tvær vikurnar kravt í minsta lagi 100 mannalív.
Tveir triðingar av andlátunum vóru millum 18. og 24. juni. Hetta sama tíðarskeiðið í fjør varð bert eitt andlát skrásett í sambandi við hita, upplýsa myndugleikarnir sambært Reuters.
Í nærum øllum førum var deyðsorsøkin hitaslag, meðan nøkur eisini doyðu av dehydrering. Tveir triðingar av andlátunum vórðu skrásett í statunum Nuevo Leon, sum liggur á markinum til USA.
Seinastu dagarnar hevur hitin í summum statum verið uppi á nærum 50 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald