Uttanlands

Hitabylgja í Spania

Tað er yvir 30 hitastig, og hitabylgjan á iberisku hálvoynni heldur fram

Sól og summar í Spania í hesum døgum

Sól og summar í Spania í hesum døgum

2019-05-11 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

í 2015 varð evropeiska metið fyri hita í mai sett. Tað var í Spania; í Xativa beint sunnanfyri Valencia at 42,9 hitastig vórðu máld. Nú er hitabylgja í landinum í Suðuevropa, og mesti hitin higartil varð máldur í Sagunto, ið er beint norðanfyri Valencia, í gjár. Har vóru heili 34,6 stig.

Hetta var triðji dagurin á rað, at hitin var omanfyri 30 hitastig onkustaðni í Spania. Í Coín tætt við Malaga var hitin 34,0 stig. Hetta eru 10 hitastig meira enn tað er í økinum í miðal hesa tíðina av árinum.

Á Mallorca, ið annars er umringað av rímiliga kalda vatninum í Miðjarahavinum, vóru 30 hitastig máld í gjár. Í pørtum av Portugal er eisini sera heitt, og óvanliga heita summarluftin, ið kemur úr norður-vestara parti av Afrika, kann komandi dagarnar geva yvir 35 hitastig í sunnara parti av Spania og av Portugal. 

Kelda: TV2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder