Uttanlands

Hitabylgja í USA kravt seks mannalív

Í fleiri stórbýum nærkast hitin 40 stig, og kann hitin koma upp á meira enn 46 stig í eystara partinum av landinum

Central Park, New York (Mynd: EPA)

Central Park, New York (Mynd: EPA)

2019-07-21 10:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi seks fólk hava latið lív orsakað av ógvusliga hitanum í USA.

Í stórbýum sum New York, Philadelphia og Washington nærkast hitin 40 stig.

Sambært amerikonsku veðurtænastuni NWS, kann hitin koma upp á meira enn 46 stig, serliga í eystara partinum av landinum.

Væntað verður, at heita veðrið heldur fram í dag, skrivar DR.

Myndugleikarnir heita á fólk um at drekka vatn og at ansa serliga væl eftir sjúkum og eldri fólki. Eisini verður heitt á fólk um at halda seg so nógv innandura sum gjørligt og at minnast til ikki at lata børn og djór verða eftir í bilum.

Hósdagin í statinum Arkansas doyði fyrrverandi NFL-leikarin, Mitch Petrus, 32 ára gamal. Fyrrverandi yrkisfótbóltsleikarin arbeiddi uttanfyri, tá hann doyði av hitaslag.

Í New York hevur borgarstjórin, Bill de Blasio, lýst undantaksstøðu orsakað av hitanum, og myndugleikarnir hava avlýst fleiri tiltøk um vikuskiftið.

Eisini í Kanada herjir hitin. Har hava myndugleikarnir sent út ávaringar til eystara partin av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder