Ógvusligi hitin breiðir seg yvir Evropa í hesum døgum, og í Fraklandi, Spania, Italia og pørtum av miðevropa, eru fleiri nýggj hitamet sett.
Hitin hevur eisini elvt til fleiri deyðsføll, og lokalu myndugleikarnir heita á fólk um at ansa sær, skrivar Politiken.
Í gjár, fríggjadagin varð nýtt hitamet sett í Gallargues-le-Montueux í Suðurfraklandi. Har kom hitin nevniliga upp á heili 45,9 stig.
Ógvusligi hitin elvdi til, at ein 93 ára gamal maður í Norðurspania doyði av slag, og ein tannáringur í Andalusia doyði eisini á sjúkrahúsinum, eftir hann varð vorðin ússaligur og síðani svímaður í einum svimjihyli.
Franski heilsumálaráðharrin, Agnes Buzyn heitir á borgarar um bert at svimja á almennum støðum. Bert hesa vikuna eru fýra fólk druknað.
Og hitin hevur eisini elvt til deyðsføll í Italia, Fraklandi og Týsklandi, og tað er serliga eldri borgarar, ið eru raktir.
Við nýggja hitametinum verður Frakland sætta landið í Evropa, ið nakrantíð hevur upplivað hita yvir 45 stig.
Hini londini eru Bulgaria, Portugal, Spania, Grikkaland, og Norðurmakedonia.
Sambært veðurstovninum hjá ST, WMO, eru vit ávegis móti einum globalum hitameti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald