Nógva staðni í heiminum er veðrið gott í hesum døgum. Í Death Valley í Kalifornia er tað so heitt, tey tey í gjár kundu staðfesta, at hitin var 54,4 stig í skugganum.
Og hetta her helst met fyri henda serliga heita dalin, sum longu eigur heimsmetið frammanundan.
Um hitametið verður góðkent av veðurfrøðiliga heimsfelagsskapinum, WMO, er talan um hægsta hitan, ið er máldur í USA í 107 ár, skrivar tv2.dk.
Men av tí at stór óvissa er um gomlu mátingarnar, er tað kanska mesti hitin nakrantíð, ið varð máldur sunnudagin.
Almenna heimsmetið sigur 56,7 stig, sum varð mált í 1913 – eisini í Death Valley.
Sambært Sebastian Pelt, veðurfrøðingi hjá danska TV2, er sera ivasamt hvussu nágreiniliga mátitólini vóru fyri meira enn hundrað árum síðani, og at hetta tí mest sannlíkt er eitt nýtt met.
- Hetta er heilt vist hægsti álítandi hitin, sum er máldur á jørðini í nýggjari tíð, og fyribils er talan um óalment heimsmet, sigur hann.
Fyrr hevur WMO vrakað gomul met, tí tað hevur víst seg, at mátingarnar ikki hava verið nóg neyvar.
Hetta var eitt nú galdandi fyri eina máting í Libya í 1922, sum segði, at máld vóru 58 stig. Hesa máting vrakaði WMO í 2012 tí kanningar seinni vístu, at talan var um ov stórar óvissur.
Higartil er tað bert metið frá Death Valley í 1913 og eim máting úr Tunesia frá 1931, sum sigur 55 stig, ið eru hægri enn tey 54,4 stigini, sum vóru í deyðadalinum í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald