2026-05-26 17:07
Í dag varð nýtt hitamet sett í Stórabretlandi.
Nær við høvuðsstaðin London kom hitin upp á 35 stig, og so heitt hevur tað ongantíð áður verið í Stórabretlandi í mai, boðar bretska veðurstovan, Met Office frá.
Hetta er annar dagur á rað, at bretskt hitamet er skrásett. Í gjár vórðu nevniliga skrásett 34,8 stig í London.
Tað er hiti úr Norðurafrika, sum vanliga er orsøkin, men hetta hendir vanliga ikki fyrr enn mitt á sumri.
Áðrenn nýtt met varð sett mánadagin var metið 32,8 stig, og tað varð skrásett í 1922 og aftur í 1944.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald