Í farnu viku vórðu nýggj hitamet sett í fleiri londum í Landsynningsasia.
Leygardagin vórðu 44,2 stig skrásett í Hoi Xuan í Vietnam, og harvið varð gamla metið frá 2019 – 43,4 stig – sligið.
Sama dag vórðu skrásett 43,5 stig í Luang Prabang í Laos, sum eisini er nýtt met. Gamla metið var 42,7 stig og varð sett í apríl. Í Laos varð eisini nýtt met sett fyri høvuðsstaðin Vientiane. Har varð hitin 42,5 stig.
Tailendski høvuðsstaðurin Bangkok setti eisini nýtt hitamet um vikuskiftið. Har vóru skrásett 41 stig.
Síðan síðst í mars hevur ein stórur partur av Thailandi verið raktur av hitabylgju. Í hesum tíðarskeiðnum hevur hitin ligið um tey 40. Miðskeiðis í apríl gjørdist býurin Tak í útnyrðingspartinum av landinum eisini tað fyrsta staðið í Thailandi at skráseta omanfyri 45 stig.
Prayut Chan-o-cha, forsætisráðharri í Thailandi segði tá, at støðan var vandamikil í fleiri pørtum av landinum.
Vanliga eru apríl og mai heitastu mánaðirnar í Suður- og Landsynningsasia, áðrenn monsunregnið kemur. Komandi dagarnar væntast hitin tó at fara niður aftur á eitt meira vanligt støði, skrivar CNN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald