Uttanlands

Hitin í september setti altjóða met

September 2020 var heitasti september mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur.

Savnsmynd (EPA)

Savnsmynd (EPA)

2020-10-07 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir

Hesin september mánaðurin, sum júst er farin aftur um bak, var tann heitasti september mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur, upplýsir Copernicus Climate Change Service hjá ES í dag.

September var triði mánaðurin í ár, sum setti eitt altjóða hitamet. Hini metini vórðu sett í januar og mai.

September 2020 var 0,05 stig heitari enn september 2019 og 0,08 stig heitari enn í sama tíðarskeiði í 2016.

Tað var serliga í Sibiria og Arktis, at hitin var munandi hægri enn vanligt. Men lond sum Turkaland, Ísrael og Jordan settu eisini hitamet í september, skrivar Ritzau.

Hesi hitametini vórðu sett, hóast veðurfyribrigdið La Niña hevði eina niðurkølandi ávirkan í stórum pørtum av tropiska kyrrahavsøkinum. Hetta ger, sambært serfrøðingum, hitametið meira undranarvert.

19 av seinastu 20 árunum eru skrásett millum heitastu árini, sum nakrantíð eru skrásett.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder