Uttanlands

Hitin í USA setur met

Í USA, sum er rakt av hitabylgju, eru fleiri lokal hitamet sett – í Death Valley í Kalifornia vísti mátingin 54,4 hitastig

Mynd: Shutterstock

Mynd: Shutterstock

2020-08-17 09:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið varð ógvusligt hitamet sett í USA. Í Furnace Creek í dalinum Death Valley í Kalifornia, vísti mátingin 54,4 hitastig sunnudagin. Tað er tað hæsta, sum er skrásett í USA síðan 1913.

Tað metið varð eisini úr Death Valley – 56,6 hitastig. Men sambært serfrøðingum er hetta talið ivasamt, og hildið verður, at tað veruliga metið kann vera frá 2013, tá 54,0 hitastig vórðu skrásett í Death Valley, skrivar Jyllands-Posten.

USA er í løtuni rakt av einari hitabylgju, sum eisini hevur elvt til skógareldar í vestara partinum av landinum.

Fleiri lokal hitamet eru longu sett. Í býnum Phoenix í statinum Arizona, verður hetta summarið roknað sum tað heitasta, býurin nakrantíð hevur upplivað. Hitin verður verandi til hósdagin, sum verður 44. dagurin, býurin hevur havt við fleiri enn 43 stigum hetta summarið.

Sambært veðurvánunum, er tað sannlíkt, at fleiri met verða sett í USA komandi dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder