Lagt verður upp til inniligar tónleikaupplivingar í eygnahædd og hugnaligt túnatos, tá ið níggju ymiskir vertir á Glyvrum lata dyrnar upp til níggju tónleikabólkar og einstaklingar at framføra 18 stovukonsertir.
'Hitt á Glyvrum' verður leygarkvøldið 20. apríl og er eitt slag av upptakt til mentanarvikuna í Runavíkar kommunu 21.-28. apríl. Tiltakið tekur støði í kenda HOYMA konseptinum, sum nú fleiri bygdir hava tikið til sín. Tær 18 konsertirnar eru lagdar soleiðis til rættis, at til ber at uppliva fleiri teirra við at flyta seg millum vertshúsini.
Tey 9 tónleikanøvnini á skránni eru Lyon, Enekk, Edith & Allan, Son of Fortune, Robert McBirnie, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Tina Mellemgaard, Die Færøsche Polkaband.
Vertirnir taka væl ímóti gestunum og skuldi verulig svongd komið á, er matvognur á staðnum, har til ber at keypa sær okkurt til matna. Kort, yvirlit, skrá og atgongumerki verða útflýggja og øll vertshúsini hava nummar og frámerki, so lætt er at finna tey nýggju ymisku stovurnar.
Atgongumerki kunnu keypast her
Runavíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald