Uttanlands

Hittast klokkan 11

Í dag skulu uttanríkismálaráðharrarnir í Ríkisfelagsskapinum hitta Mike Pompeo, uttanríkismálaráðharra í USA

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

2020-07-22 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo, er nú komin til Danmarkar.

Klokkan 9.45 okkara tíð byrjaði fundurin millum hann og danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen á Marienborg norðanfyri Keypmannahavn.

Talan er tó ikki um nakran langan fund, tí longu klokkan 11 føroyska tíð, byrjar fundurin við danska uttanríkismálaráðharran, Jeppe Kofod, har føroyski landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, og grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Steen Lynge, verða til staðar.

Hesin fundurin verður hildin í danska uttanríkismálaráðnum.

Aftaná fundin – klokkan 13.15 – verður tíðindafundur.

Eitt mál, sum verður umrøtt á fundinum, er Arktis.

Teir tríggir ráðharrarnir í Ríkisfelagsskapinum hittust til fyrireikandi fund í gjár, og teir siga seg ásanna, at har kunnu uppstanda áhugamálsstríð, men at tað ikki má fáa ávirkan á trygdarpolitisku støðuna í Arktis.

Les eisini: Jenis av Rana: Arktis má ikki gerast spæliplássið hjá stórveldunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder