
Fyrr í dag boðaði ísraelski herurin frá, at hann hevði dripið, Hassan Nasrallah, sum hevur verið ovasti leiðari hjá Hizbollah-rørsluni síðan 1992, og Hizbollah váttar nú í einari fráboðan, at Nasrallah er deyður.
Í fráboðanini skrivar Hizbollah eisini, at rørslan fer at halda fram at stríðast móti Ísrael til frama fyri Gaza og Palestina og fyri at verja Libanon og fólkið í landinum.
Sambært ísraelska herinum varð Hizbollah-leiðarin dripin í einum loftálopi á høvuðssætið hjá Hizbollah í Dahieh, sum er ein forstaður í høvuðsstaðnum Beirut, skrivar Ritzau.
Ein annar Hizbollah-leiðari, Ali Karaki og aðrir limir vórðu dripnir sambært ísraelska herinum.
Les eisini: Ísrael: Ovasti leiðarin í Hizbollah deyður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald