Uttanlands

Hjáarin ikki øðrvísi eftir triðja prik

Tað vísir ein kanning í Ísrael, har fleiri enn 240.000 borgarar hava fingið triðja prik við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech

Kvinna verður koppsett í Ísrael (Mynd: EPA)

Kvinna verður koppsett í Ísrael (Mynd: EPA)

2021-08-09 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru tíggju dagar síðani, Ísrael byrjaði at bjóða borgarum yvir 60 ár eitt triðja prik fyri koronu, og tey flestu av teimum, sum hava fingið hetta triðja prikið uppliva somu hjáárin ella færri hjáárin, enn tey gjørdu, tá tey høvdu fingið prik nummar tvey, vísir kanning.

Ísrael var millum fyrstu londini í heiminum at bjóða borgarum eitt triðja prik, og úrslitið verður eygleitt neyvt av m.ø. amerikanska heilivágsstýrinum. Í USA umhugsar myndugleikarnir nevniliga eisini eitt triðja prik.

Sunnudagin varð upplýst, at fleiri enn 240.000 persónar í Ísrael høvdu fingið triðja prikið við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech. Uml. 4.500 av teimum, sum vórðu koppsett millum 30. juli og 1. august hava luttikið í kanningini, skrivar Ritzau.

88 prosent av luttakarunum svaraðu, at í døgunum eftir prikið høvdu tey følt somu hjáárin ella færri hjáárin, enn tey høvdu eftir prik nummar tvey.

31 prosent av luttakarunum svaraðu, at tey høvdu verið eym, har tey høvdu fingið prikið. 0,4 prosent svaraðu, at tey høvdu havt andadrátstrupulleikar, og eitt prosent av luttakarunum søgdu, at tey høvdu leitað sær læknahjálp orsakað av hjáárin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder