2022-11-14 13:05

Hjalmar Zachariassen verður á listanum hjá Sjálvstýri á komandi løgtingsvalinum 8. desember. Tað boðar flokkurin frá.
Á seinasta løgtingsvali 31. august 2019 stillaði Hjalmar Zachariassen upp fyri Føroyaflokkin, sum hann sjálvur hevði stovnað. Flokkurin fekk tá 167 atkvøður – 0,5 prosent av samlaðu atkvøðunum – harav Hjalmar Zachariassen átti 109 av atkvøðunum.
37 ára gamli Hjalmar Zachariassen er úr Hvannasundi og er í løtuni búsitandi í Klaksvík. Hann er útbúgving KT verkfrøðingur og arbeiðir innan teletøkni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald