Nimo Ali er ljósmóðir og ein lyklapersónur í einum av heilsutoymunum í somaliska Reyða Hálvmána, sum koyra runt til ymsu fjarskotnu bygdirnar.
Hon greiðir frá Vanliga ferðast vit higar við okkara flytiføra toymi. Í dag eru vit í einum av teimum bygdunum, sum eru harðast rakt av turkri. Turkurin hevur havt við sær, at nógv ikki hava nóg mikið at eta. Tær flestu kvinnurnar, sum eru við barn, hava blóðmangul, og ein stórur partur av børnunum í bygdini eru undirfødd. Soleiðis er støðan her.
Reyði Krossur Føroya er ein av teimum felagsskapunum, sum stuðla flytiføru heilsutoymunum í Somalia, ið veita grundleggjandi heilsutænastur og heilivág í teimum økjum, har heilsutænastur mangla. Somalia er rakt av tí ringasta turkrinum, sum hevur verið í áratíggjur, og tað eru mong, sum hava mist síni kríatúr og sítt lívsgrundarlag. Saman við samstarvspørtum teirra, ger Reyði Hálvmáni í Somalia alt tað, tey eru ment, fyri at stuðla teimum, sum stríðast, orsakað av turkrinum.
Saman við Føroya landstýri lat Reyði Krossur Føroya herfyri 500.000 kr. til at hjálpa neyðstøddum í Somalia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald