Í dag verður neyðhjálpararbeiðið hjá felagsskapinum World Central Kitchen tikið uppaftur í Gazageiranum. Tað upplýsir felagsskapurin sambært tíðindastovuni Reuters.
Felagsskapurin steðgaði arbeiði sítt í Gaza fyribils, eftir at sjey neyðhjálparfólk vórðu dripin í einum ísraelskum loftálopi í býnum Deir al-Balah 1. apríl.
Áðrenn hetta hevði World Central Kitchen síðan oktober veitt íbúgvum í Gazageiranum fleiri enn 43 milliónir máltíðir.
Støðan í Gaza er framvegis álvarslig, og fer felagsskapurin at brúka somu orku uppá at breyðføða so nógv fólk sum gjørligt, sigur stjórin í World Central Kitchen, Erin Gore sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald