Uttanlands

Hjálparpakki frá donsku stjórnini skal hjálpa privatum fyritøkum

Fyri at forða fyri, at nógv fólk verða søgd úr starvi, fer staturin m.a. at rinda 75 prosent av lønini

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2020-03-15 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska stjórnin er klár við einum nýggjum hjálparpakka, sum skal hjálpa privatum fyritøkum, sum eru hart raktar av coronakreppuni.

Hetta hevur við sær, at fyritøkur kunnu fáa samsýning fyri upp til 75 prosent av lønini hjá starvsfólkunum, um fyritøkan velur at senda tey heim við løn í staðin fyri at koyra tey úr starvi.

Fyritøkan skal síðani rinda restina av lønini afturfyri at starvsfólkini siga fimm frídagar frá sær. 

Tað var danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sum greiddi frá hjálparpakkanum á tíðindafundi í dag. Eisini heitti hon á fyritøkur um ikki at siga fólk úr starvi.

Hetta verður galdandi til 9. juni fyri fyritøkur, sum standa til at skula siga í minsta lagi 30 prosent av starvsfólkunum ella fleiri enn 50 úr starvi, skrivar Finans.dk.

Tímalønt starvsfólk fáa upp móti 90 prosent av vanligu lønini, tó í mesta lagi 26.000 krónur, og starvsfólk í føstum starvi fáa í mesta lagi 23.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder