Innanlands

Hjálparpakkin til listafólk longdur og upphæddin hækkar

Listafólk fara at fáa hjálparpakka aftur til 1. mei í fjør, og samlaða upphæddin í hjálparpakkanum hækkar uppí 2 milliónir krónir

Forkvinnan í mentanarnevndini fegnast um, at tað hevur borið til at fáa semju um hetta (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Forkvinnan í mentanarnevndini fegnast um, at tað hevur borið til at fáa semju um hetta (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-27 08:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Listafólk fara at fáa hjálparpakka aftur til 1. mei í fjør, og samlaða upphæddin í hjálparpakkanum hækkar uppí 2 milliónir krónir.

Tað er ein samd Mentanarnevnd, ið hevur tikið undir við broytingaruppskotinum.

– Eg fegnist um, at tað hevur borið til at fáa semju í Mentanarnevndini um uppskotið, sigur Beinta Løwe, forkvinna í Mentanarnevndini í Løgtinginum.

– Bæði samgonga og andstøða í nevndini hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa semju og bøta um listapakkan til listafólk.

Upprunaliga uppskotið frá landsstýrismanninum gav listafólkum hjálparpakka frá 9. desember í fjør til 31. januar í ár, og samlaða upphæddin var sekshundraðtúsund krónur.

Men Mentanarnevndin hevur broytt uppskotið, so hjálparpakkin gongur aftur til 1.mei í fjør, og samlaða upphæddin er nú 2 milliónir krónur.

Tjóðveldi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder