Uttanlands

Hjálpin nærkast neyðstøddum pólfararum

Væntandi koma hjálparfólkfram til Børge Ousland og Mike Horn í dag

Børge Ousland (Mynd av Facebook)

Børge Ousland (Mynd av Facebook)

2019-12-05 09:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir nú á, at tað fer at eydnast at bjarga pólfararunum Børge Ousland og Mike Horn í dag. Norskir fjølmiðlar skriva í morgun, at teir báðir nú eru komnir fram til avtalaða staðið, har teir skulu møta bjargingarmonnunum.

VG skrivaði í morgun frá leiðaranum fyri bjargingartiltakinum, at teir báðir, Alexander Gamme og Bengt Rotmo, vóru bert umleið 8 kilometrar frá avtalaða staðnum.

Teir fóru í gjár til gongu eftir ísinum frá kanningarskipinum Lance við mati og vistum.

Ousland og Horn skrivaðu á Facebook í gjár, at teir framvegis høvdu mat til tvey samdøgur á ísinum. Sambært VG vóru teir komnir til 82 stig og 47 minuttir norður og 19 og 53 vestur, og tá ætlaðu teir at ganga í ein tíma afturat áðrenn teir fóru at seta tjaldi upp og leggja seg.

[object Object]
Mike Horn er illa fyri. Hevur frostskaða, og hevur eisini brotið onkra tonn tá henn royndi at bíta í harðfrysta sjokulátu (Mynd av Facebook)

Týsdagin løgdu teir 29 kilometrar aftur um seg á ísinum og í gjár 20 kilometrar.

Sambært boðunum eru teir illa fyri, eru útkoyrdir og hava frostskaðar. Útgerðin hevur eisini fingið skaða.

Enn er óvist, nær pólfararnir og bjargingarmenninir hittast. Í gjárkvøldið var enn 30 kilometrar millum teir, og óvist var, um bjargingarmenninir fóru at seta tjaldið upp og leggja seg ella ganga allan vegin fram.

Ousland og Horn hava gingið tvørtur um Pólhavið úr Alaska umvegis Norðurpólin til Svalbarð á skíðum. Teir hava brúkt sonevndar ’packrafts’, lítla uppblásiliga kano, til at koma fram, har sjógvur var millum ísin. Í yvir 85 samdøgur hava pólfararnir verið úti í ekstremum viðurskiftum.

[object Object]
Kanningarskipið Lance hevur roynt at sleppa so langt norður móti pólfarunum sum møguligt (Mynd: NRK)

Tá tað gjørdist greitt, at tað fór at vera trupult hjá teimum báðum at náa fram til Svalbarð, millum annað tí maturin gekk undan, varð skipið Lance sent móti teimum. Í eina tíð stóð Lance fastfryst í ísinum, men fyri fáum døgum síðani eydnaðist tað skipinum at koma leyst úr ísinum og finna eina leið, sum kundi føra tey enn longur norður.

Mike Horn er 53 ára gamal, føddur í Suðurafrika og búsitandi í Sveits. Børge Ousland er 57 ár og úr Noregi. Teir eru báðir royndir ævintýrarar og hava fyrr yvirlivað stórar avbjóðingar.

Børge Ousland hevur fleiri ferðir verið á Norðpólinum fyrr. Í 2012 varð hann giftur har, men tá flugu brúðarparið og gestirnir við tyrlu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder