Uttanlands

Hjálpti einki at steingja skúlarnar

Søren Brostrøm hevði rætt, tá hann í mars mælti Mette Frederiksen frá at lata skúlar og dagstovnar aftur

Søren Brostrøm (Savnsmynd: EPA)

Søren Brostrøm (Savnsmynd: EPA)

2020-09-03 10:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leiðarin fyri danska heilsustýrinum, Søren Brostrøm, fekk rætt, tá hann beinleiðis ávaraði Mette Frederiksen, forsætisráðkvinnu, ímóti at steingja skúlarnar í sambandi við koronakreppuna í vár.

Nýggj gransking bæði innan ES og í Skandinavia er komin til somu niðurstøðu sum Brostrøm: Børn spjaða ikki koronasmittu. Tí hevði tað onga ávirkan á smittuspjaðingina at steingja skúlarnar.

Tað skrivar danska blaðið BT  í dag.

At steingja skúlar og dagstovnar hevur kostað danska samfelagnum 210 milliónir krónur um dagin í mistari framleiðslu, tí foreldur máttu halda seg heima, skrivar BT.

Gransking í Svøríki og Finnlandi vísir, at børn í ógvuliga lítlan mun spjaða smittu. Tað hevði tí onga ávirkan á talið av smittaðum børnum, um skúlarnir vóru stongdir ella ikki. Í Svøríki hildu børnini fram í skúlanum, meðan tey í Finnlandi, eins og flest øllum øðrum londum, vórðu send heim.

Tá Søren Brostrøm 11. mars varð gjørdur kunnugur um, at Mette Frederiksen ætlaði at steingja allar landsins skúlar, var hann so ósamdur, at hann skrivaði eitt teldubræv og mótmælti:

”Hetta byggir m.a. á, at børn ikki eru ein vandabólkur viðv. covid-19-sjúkuni og tí heldur ikki kunnu roknast við at vera við til at spjaða smittuna av týdningi”, skrivaði hann millum annað í teldubrævinum, sum BT hevur fingið innlit í.

Sjey tímar eftir at hann hevði sent teldupostin, stóð hann undir liðini á stjórnarleiðaranum á tíðindafundinum, sum nú er vorðin søguligur.

Her gekk Mette Frederiksen beint ímóti hansara ráðgeving og stongdi skúlarnar og segði, at tað var "eftir tilmæli frá myndugleikunum".

Júst hvør átti tilmælið, hevur ongin enn – hvørki almenningurin ella Fólkatingið – fingið at vita frá forsætisráðkvinnuni, skrivar BT. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder