Í ár verður føroyski tónleikabólkurin Hjarnar eitt av høvuðsnøvinum á Ljósfest, sum verður í Vági vikuskiftið 16. - 18. august.
Fólkakæri tónleikabólkurin Hjarnar koma at framføra á stóra pallinum á ársins Ljósfest. Hjarnar eru ikki heilt ókendir á Ljósfest – teir hava nevniliga framført bæði í 2021 og 2022, og báðar ferðirnar hava teir sett veruligt lív í áskoðarafjøldina, skrivar Vágs kommuna.
Forsangarin er Karl Martin Samuelsen og við honum eru Jógvan Olsen (keyboards), Hans Black (trummur), Eyðun Nolsøe (bass) og Ólavur Øster (guitar).
Hjarnar fara at framføra leygarkvøldið 17. august.
Umframt Hjarnar, so eru hesi tónleikanøvn almannakungjørd: Marius Ziska, Ronnie og Maria, Starlight, Janus W Mortensen, Vestmenn og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald