2021-10-12 08:10

Sambært heimasíðuni hjartastartari.fo eru 287 hjartastartari settir upp kring landið.
Men tá sløkkiliðið í gjár kannaði standin á summum á teimum, kravdi tað eina uppringing til løgregluna.
Í Hoyvík var nevniliga ein hjartastartari blivin burtur, og hetta varð meldað sum stuldur. Í Kaldbak var hann ikki stolin, men hevði fingið skaða.
Júst nær hetta er hent, er ógreitt, men tað verður meldað sum herverk, verður upplýst av løgregustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald