Mentan

Hjólvelting í heystferiuni

Týsdagin í komandi viku verður súkklað frá Norðurlandahúsinum og oman í miðbýin, har ymiskt verður á skránni – Tórshavnar kommuna skipar fyri

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2020-10-08 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í heystferiuni verður høvið hjá stórum og smáum at súkkla saman í einum trunka frá Norðurlandahúsinum og oman í býin.

Saman við øðrum skipar Tórshavnar kommuna fyri eini sokallaðari “hjólvelting” sum kemur av franska “La vélorution”. Vegirnir verða fyltir við súkklum fyri at vísa, at øll hava rætt til býarrúmini, skrivar Tórshavnar kommuna.

Umframt at súkkla frá Norðurlandahúsinum og oman í miðbýin, verður súkkluverkstaður, røður, skemt, tónleikur og ymiskt annað á skránni. Nú myrka tíðin byrjar, verða endurskinsvestar eisini býttir út í sambandi við hjólveltingina.

Tiltakið er fyribils sett til týsdagin 13. oktober, men kann verða útsett um veðrið ikki er til vildar.

2020 er súkkluár í Tórshavnar kommunu.

Skrá fyri tiltakið týsdagin kann síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder