Innanlands

Hjørdis Mortensen verður trivnaðarstjóri í Almannaverkinum

Í november søkti Almannaverkið eftir trivnaðarstjóra, sum skuldi hava ábyrgd av øllum virkseminum í størsta deplinum í Almannaverkinum, og avgjørt er at seta Hjørdis Mortensen í starv

2023-12-04 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

48 ára gamla Hjørdis Mortensen verður trivnaðarstjóri í Almannaverkinum, boðar Almannaverkið frá í tíðindaskrivi.

Tað var í november, at Almannaverkið søkti eftir trivnaðarstjóra, sum skal leiða Trivnaðardepilin, størsta depil í Almannaverkinum. Trivnaðarstjórin hevur ábyrgd av øllum virkseminum í deplinum og skal tryggja, at depilin virkar sum ein savnaður og strategiskt hugsandi depil.

Hjørdis, sum byrjar í starvinum 1. januar 2024, hevur starvast í Almannaverkinum í 15 ár, og hevur hon drúgvar royndir sum fulltrúi og leiðari. 

Hon byrjaði í Almannaverkinum í 2008 og starvaðist sum fulltrúi á skrivstovuni hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini í seks ár. Frá 2014 til 2015 var hon sett sum fulltrúi í Viðskiftadeplinum.

Í 2016 varð deildin Avgerðarskrivstovan skipað til at taka sær av visitering til trivnaðartænastur. Hjørdis tók við starvinum sum deildarleiðari í Avgerðarskrivstovuni og hevði ábyrgd av at menna nýggju deildina og skipa økið visitering av nýggjum. 

Seinastu tvey árini hevur hon verið partur av stjórn og deildarleiðari í Tankasmiðjuni. Við hesum royndum hevur hon fingið eitt gott innlit í strategiska arbeiðið í Almannaverkinum, skrivar Almannaverkið.

Hjørdis er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og bachelor í fyrisiting og organisatiónsteori frá universitetinum í Bergen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder