Innanlands

HK Bussar skal røkja bussleiðina í Sundalagnum næstu fýra árini

Eiðis kommuna verður eisini umfevnt í Leið 1, sum frá 1. mars fer at koyra úr Hósvík til Eiðis

Sáttmálan við HK Bussar og kommunala samstarvið við Eiðis kommunu sum leggur góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis og noður til Tjørnuvíkar allar gerandisdagar í árinum (Mynd: sunda.fo)

Sáttmálan við HK Bussar og kommunala samstarvið við Eiðis kommunu sum leggur góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis og noður til Tjørnuvíkar allar gerandisdagar í árinum (Mynd: sunda.fo)

2024-02-01 20:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bussleiðin hjá Sunda kommunu hevur koyrt í økinum síðan 2017, og í dag er sáttmáli undirskrivaður við HK Bussar um at røkja bussleiðina í Sundalagnum fram til á sumri 2028.

Hesum boðar Sunda kommuna frá.

Bussleiðin varð bjóðað út, og nú eru Sunda kommuna og Eiðis kommuna farnar í samstarv um Leið 1. Tað merkir, at Leið 1 frá 1.mars 2024 kemur at koyra úr Hósvík til Eiðis, og tveir bussar fara framyvir at røkja leiðina. Koyrt verður út Hósvík og av Eiði hvønn tíma frá klokkan16 til klokkan 22 allar gerandisdagar í árinum, skrivar sunda.fo.

Leið 2 kemur at koyra sum áður. Tó so er ferðaætlanin tillagað nakað so hon passar betur við leið 400 hjá SSL úr Tórshavn og norðureftir.

- Vit í Sunda kommunu fegnast um sáttmálan við HK Bussar og kommunala samstarvið við Eiðis kommunu, sum við nýggju Leið 1 og Leið 2 leggur góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis og noður til Tjørnuvíkar allar gerandisdagar í árinum.

[object Object]
Mynd: sunda.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder