Nú er greitt, hvør verður nýggjur stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi og fyri Sjúkrahúsverki sum heild. Heilsumálaráðið skrivar fyrrapartin, at Margit Stórá, hevur gjørt av at seta Hanus Toftheyggj í umfatandi starvi.
Um nýggja stjóran skrivar hmr.fo, at hann er 37 ára gamal, er útbúgvin administratiónsbachelor í almennari fyrisiting frá VIA University College í Århus í 2013 umframt Master í løgfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2017.
- Hanus hevur drúgvar royndir innan almenna fyristing, har hann í 7 ár starvaðist sum fulltrúi í Almannaverkinum. Hanus hevur síðani september 2022 verið leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.
Hanus Toftheyggj tekur við starvinum 1. januar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald