placeholder
Uttanlands

Hóast samráðingar, so slakar Russland ikki

Tí halda Nato-londini eisini fram við at veita Ukraina stuðul í krígnum - talan verður ikki um at senda flogfør ella herfólk til Ukraina

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari (Mynd: EPA)

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari (Mynd: EPA)

2022-03-16 18:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski herurin vísir ongi tekin um ætlanir um at trekkja seg aftur, ella minka um trýstið á Ukraina, hóast friðarsamráðingar eru ígongd.

Tað segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi í dag. Tíðindafundurin kom eftir ein fund millum verjumálaráðharrarnar í Nato-londunum í Brússel, skrivar Ritzau.

Her skuldu limalondini tosa um støðuna í Ukraina og hvønn týdning kreppan hevur fyri trygdina hjá Nato-londunum.

Ein evarska lítil vón um frið

Samráðingarnar hava kynt eina evarska lítla vón um eina loysn á kreppuni. Men higartil hava fundirnir millum sendinevndirnar hjá Russlandi og Ukraina ongan týdning havt fyri stríðið á jørðini, segði Jens Stoltenberg.

Kríggið er nú farið inn í triðju vikuna. Tað hevur reist spurningar,um, hvørt Russland brúkar samráðingarnar til at vinna tíð og fáa nýggjar veitingar og herfólk fram til hermótini.

So leingi Russland heldur fram við somu megi, má Ukraina halda fram við at stríðast, segði Stoltenberg.

- Tað er eyðsæð, at tað, sum Ukraina kann fáa burturúr við samráðingarborðið, er tengt at tí, ið verður vunnið á hermótinum.

- Tí kann tann stuðulin, vit veita Ukraina, eisini hjálpa við til at tryggja eitt gott samráðingarúrslit, segði Jens Stoltenberg.

[object Object]Nato-aðalskrivarin avmyndaður saman við nøkrum av heryvirmonnunum í Brússell. Til høgru amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd J. Austin III (Mynd: EPA)

Hann sipar til, at Nato-londini veita munandi hernaðarligan stuðul til Ukraina, eitt nú útgerð til at berjast móti stríðsvagnum og stríðstyrlum, sum Russland hevur sent inn í landið.

Fær neyðhjálp og fíggjarhjálp

Ukraina fær eisini neyðhjálp og fíggjarhjálp, samstundis, sum ES-londini hava latið upp síni markalið fyri ukrainskum flóttum, vísti Jens Stoltenberg á.

- Nato-londini fara framhaldandi at veita Ukraina hesa hjálp, segði hann.

Men samstundis segði Nato-aðalskrivarin, at ongar ætlanir eru um at fara víðari og sendaflogfør ella herfólk inn í Ukraina fyri at støðga Russlandi.

Hesi boð koma eftir at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, aftur í dag bað um at seta flogbann í gildi í Ukraina.

- Vit síggja deyðan og líðingarnar í Ukraina, men tað verður enn verri, um Nato tekur stig, so tað gerst til eitt kríggj millum Nato og Russland, segði Stoltenberg, samstundis, sum hann staðfesti, at Nato fer at verja egið øki, um Putin leypur á eitt av teimum 30 limalondunum í Nato, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder