Filmurin um Hobban, ”The Battle of the Five Armies”, er best umtókti filmurin, sum er vístur í Føroyum seinastu fimm árini.
Tað vísir ein listi yvir best dámdu filmar, sum Birgir Kruse, kunngjørdi í útvarpssending hjá Kringvarpi Føroya í morgun. Tað er Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio, sum hevur savnað listan fyri Birgir Kruse.
Talan eru um mest vældámdu filmar seinastu fimm árini frá 2014 og fram til í dag. Listin sær soleiðis út.
1. The Hobbit – The Battle of the Five Armies, 2014
2. Star Wars – The Force Awakens, 2015
3. Bohemian Rhaposody, 2018
4. Dreymar við havið, 2017
5. The Beauty and the Beast, 2017
6. Mamma Mia – Here We Go Again, 2018
7. Star Wars – The Last Jedi, 2017
8. Spectre (007), 2015
9. Jurassic World, 2015
10. Avengers: Infinity War, 2018
11. Heaven is for Real, 2014 (einasta sýning í Norðurlondum!)
12. Rouge One: A Star Wars Story, 2016
13. The Incredibles 2, 2018
14. A Star Is Born, 2018
15. Fast & Furious 7, 2015
Vert er at leggja til merkis, at allar flestu filmarnir eru amerikanskir, men ein føroyskur, Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá, er komin inn á eitt fjórða pláss á listanum.
Sermerkt er eisini filmurin, sum liggur á 11. plássi. Her er talan um ein religiøsan amerikanskan film, ið varð vístur uttan danskar undirtekstir. Føroyar eru einasta Norðurland, har filmurin er vístur í biografi. Hetta er tekin um, at trúgvandi føroyingar fegnir streyma í biohøllirnar, tá talan er um filmar við átrúnaðarligum innihaldi.
Listin vísir eisini, at tónleikafilmar eru vælumtóktir millum føroyingar. Av teimum fimtan listanum, eru fýra tónleikafilmar: ”Bohemian Rhapsody”, ”The Beauty and the Beast”, ”Mama Mia – Here we go Again” og ”A Star is Born”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald