Innanlands

Høg ferð á tunnilsvegnum

Løgreglan tók níggju bilar – tann eini bilurin koyrdi 124 km/t

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-04 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í gjár var ferðsluløgreglan í Vágum og gjørdi ferðmátingar á vegnum til og frá tunnilsmunnanum við Fútaklett.

Upp á hálvanannan tíma hevði løgreglan skrásett níggju bilar at koyra við ov høgari ferð, og førararnir eru skuldsettir fyri brot á ferðslulógina.

Bilurin, ið koyrdi skjótast, varð máldur til at koyra 124 kilometrar um tíman. Ein varð skrásettur við ferðini 106, ein við 102, ein við 101, tveir við 100 og tríggir bilar vórðu máldir at koyra 99 kilometrar um tíman. 

[object Object]Millum kl. 07.30 og 08.30 er ikki loyvt at koyra niðaneftir her. Tá kemur forboðsskelti fram á talvuni til vinstru (Mynd: Google)

Einvegis ferðsla í ein tíma

Í gjáramorgunin var ein bilførari í Havn skuldsettur fyri at koyra í skeivan rætning eftir vegastrekki við einvegis ferðslu. Talan er um strekkið á Varðagøtu við nonnuskúlan, har tað bert er loyvt at koyra niðaneftir/norðureftir í tíðarskeiðinum millum klokkan 07.30 og 08.30. Bilførarin fær bót og klipp í kortið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder