Innanlands

Høgni D. Jakobsen nýggjur fíggjarstjóri hjá Bakkafrost

46-ára gamli maðurin tekur við starvinum 1. apríl

2019-02-16 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bakkafrost kunngjørdi í gjár, at Høgni D. Jakobsen gerst nýggjur fíggjarstjóri á Bakkafrost, og at hann tekur við starvinum hin 1. apríl 2019.

Høgni D. Jakobsen er 46 ára gamal. Hann er útbúgvin sum Master of Science í Business Administration og Computer Science frá Copenhagen Business School.

Fíggjarstjórin hevur eisini drúgvar royndir frá leiðsluráðgeving frá donskum og altjóða fyritøkum og kemur úr starvinum sum Senior Partner í Quorum Consulting í Keypmannahavn.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder