Innanlands

Høgni Hoydal: - Hetta er klientelisma

Skuldsetingarnar móti Christiani Andreasen halda fram

Christian Andreasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Christian Andreasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-26 16:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast fiskivinnuuppskotini í dag vórðu samtykt við lítlum meiriluta, so hildu skuldsetingarnar frá Tjóðveldi móti Christian Andreasen fram, tá tingið fór undir viðgerðina av málinum um at geva landsstýrismanninum heimild at avmarkað upplatingartíðina hjá skeinkistøðum undir koronekreppuni.

Undir viðgerðini av fiskivinnumálunum varð Christian Andreasen, tingmaður hjá Fólkaflokkinum skýrdur fyri at vera korruptur. Nú varð hann eisini skuldsettur fyri at fremja klientilismu.

Tað var Høgni Hoydal, sum kom við hesum nýggja orðinum í føroyskum politikki.

Andstøðan á tingi undraði seg stórliga á, at samgongulimir komu kropp av kroppi og talaðu ímóti málinum, tá uppskotið varð til aðru viðgerð á fyrsta sinni.

Nú varð ikki sagt tað stóra. Málið fór jú aftur í vinnunevndina, og her eru samgongulimirnir nú komnir við einum broytingaruppskotið, sum meirilutin á løgtingi fer at samtykkja í dag.

Sambært Høgna Hoydal hendi hetta eftir at Christian Andreasen hevði tosað við nakrar av sínum klientum úti í býnum, og er komin fram til eina semju um endurgjald til teirra um teirra virksemi verður avmarkað. Hetta kallaði hann klientelisma.

Eisini úr Javnaðarflokkinum hoyrdust ógvusligar ábreiðslur, serliga móti Sambandsflokkinum, tí flokkurin her ætlar sær at lógargeva á einum málsøki, sum ikki er yvirtikið.

Hetta harmast Tjóðveldi ikki um, men sambært Høgna Hoydal, verður hetta eitt dømi, sum flokkurin skal brúkast í øllum kjakum um yvirtøkur framyvir.

Tá atkvøtt var um málið gjørdist úrslitið tað sama, sum tá fiskivinnuppskotini vórðu samtykt: 15 vóru fyri og 13 ímóti.

Málið skal hava eina viðgerð afturat, og við tað at samtykt er at víkja frá øllum tíðarfreistum varð nýggjur tingfundur lýstur at vera kl. 16.20.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder