Í dag vitjar amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo, í Danmark, har hann m.a. hevur fundast við Mette Frederiksen, forsætisráðharra í Danmark. Eisini hevur hann verið á fundi við danska uttanríkismálaráðharranum, Jeppe Kofod, har Jenis av Rana og grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Steen Lynge, vórðu bodnir við.
Men uttanríkismálaráðharrarnir í Grønlandi og Føroyum vórðu bert bodnir við til fyrra part av fundinum, sum snúði seg um viðurskiftini í Arktis, og ikki tá teir skulu umrøða uttanríkispolitik og trygd. Tað er absurd, heldur Høgni Hoydal.
– Hetta ber boð um, at Danmark enn fer við Føroyum sum við tannáringum, sum bert sleppa at luttaka í fyrru helvt av veitsluni, og verða sendir heim, tá tað gerst álvarsamt, segði hann við Politiken.
– Mann kann ikki tosa um Arktis uttan eisini at tosa um Nato, amerikanska politikkin mótvegis Kina og alt hitt, sum hendir í heiminum, tí tað hongur saman.
Teir báðir ráðharrarnir, Steen Lynge, og Jenis av Rana, søgdu seg tó væl skilja, at har eru summi viðurskifti, sum danski og amerikanski uttanríkismálaráðharrin vilja umrøða sínamillum, og Jenis av Rana segði seg fegnast um, at teir vórðu bodnir við til ein part av fundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald