Innanlands

Høgni Hoydal leggur upp til at fólkaflokstingmenn saksøkja seg

Sambært Høgna Hoydal hava Jákup Mikkelsen og Christian Andreasen lóggivið virðir til feløg og persónar, sum standa teimum nær. Hann hevur sent sínar viðmerkingar út skrivliga, so møguleiki er at saksøkja

Høgni Hoydal (Mynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-26 11:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er hart orðaskifti á tingi í dag. Løgtingið viðger broytingar í sjófeingislógini, og tað fær løgtingsmenn at koma við ákærum.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og fyrrverandi fiskimálaráðharri, leggur ikki fingrarnar í millum og hevur fyrrapartin eisini sent viðmerkingar út alment og skrivliga, so møguleiki er hjá einstøkum tingmionnum at saksøkja.

Høgni Hoydal ákærir Jákup Mikkelsen og Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, fyri at vera korruptir.

Formaðurin í Tjóðveldi skrivar millum annað soleiðis:

- Eg skal nevna tvey ítøkilig dømi. Við broytingunum í sjófeingislógini á jólum og broytingunum nú mitt í koronatíðini, hava hesir báðir tingmenninir úr Fólkaflokkinum lóggivið soleiðis til tey feløg og persónar, ið standa teimum nær – antin í familju ella egnum starvi:

- Jákup Mikkelsen í Klaksvík hevur við beinleiðis lógarásetingum lóggivið virðir fyri minst 80-100 mió. kr. um árið afturat til feløg, sum svágur hansara, Hanus Hansen, eigur saman við hollendskum eigarum. Yvir 12 ár er talan um virðir fyri 900 mió. til 1,2 milliardir krónur – sum teir nú sleppa at keypa og selja frítt við lóggávuni hjá teimum sjálvum.

- Christian Andreasen hevur við beinleiðis lógarásetingum lóggivið virðir fyri minst 20-30 mió. kr. um árið til felag, ið hann bæði er advokatur hjá, og sum eigur 50% av felagnum SMS, har hann er nevndarformaður. Yvir 12 ár er talan um virðir fyri minst 240-360 mió. kr. – sum teir nú sleppa at selja og keypa frítt við lóggávuni hjá teimum sjálvum.

- Eg skal fegin geva onnur dømi, har aðrir tingmenn í samgonguni lóggeva á sama hátt.

Øll viðmerkingin hjá Høgna Hoydal sæst á lesarin.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder