Innanlands

Høgni Hoydal: Uttanríkispolitikkurin er privatiseraður

Formaður Tjóðveldis finst hvassliga at mótstríðandi útmeldingum frá samgongulimum og at handfaringini hjá løgmanni og landstýrismanni í uttanríkismálum, í samband við spurningin um hvørt vit skulu støðga útflutningini til Russlands ella ikki

Høgni Hoydal vísir millum annað á, at Fólkaflokkurin hevur ov stórt vald á hesum økinum, og ein seriøs viðgerð í Løgtinginum manglar, ið støða síðani kann takast útfrá (Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal vísir millum annað á, at Fólkaflokkurin hevur ov stórt vald á hesum økinum, og ein seriøs viðgerð í Løgtinginum manglar, ið støða síðani kann takast útfrá (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-04 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Alt snýr seg í slíkum støðum um, at vit í uttanríkispolitikki tala við einari rødd vegna Føroyar. Vit eiga at taka okkara egnu avgerðir. Vit í Tjóðveldi hava frá byrjan mælt til, at vit eiga at steðga útflutninginum til Russlands. Hetta er lutfalsliga eitt sera stórt stig fyri Føroyar - ikki minst í mun til onnur lond, sum nú finnast at okkum.

Ein av heilt stóru politisku - og etisku - spurningunum í Føroyum beint nú er, hvørs vit skulu støðga útflutningini til Russlands ella ikki, og eisini um føroysku havnirnar skulu verða stongdar fyri russiskum skipum

Les eisini: Meiriluti fyri at steingja fyri russum

Í lesarabrævi í gjár vísir Høgni Hoydal á, at tað eru meira enn tveir mánaðir síðani Russland leyp á Ukraina, og at ein greið støðutakan frá landstýrinum manglar. Formaðurin í Tjóðveldi skrivar millum annað, at løgmaður og landsstýrismaðurin hava samskift við danir, heldur enn við flokkarnar, sum fólkið hevur valt í Føroyum, at Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana ov nógv vilja verja seg sjálvar, og at ótstríðandi útmeldingar eru komnar frá samgongulimum.

Høgni Hoydal heldur, at tað er Fólkaflokkurin, sum innanhýsis gevur samgonguni boð um, hvat skal gerast ella ikki gerast. heitir á samgonguni, og hann kemur við áheitan um málið skal viðgerast seriøst í Løgtinginum, og at ein felags støða síðani verður tikin við grundarlagi í tí.

Jenis av Rana hevur biðið um heimild at seta tiltøk í verk móti Russlandi og hevur partvíst fingið eina slíka. Við henni fylgir tó millum annað tað, at vanligi borgarin í ES og Russlandi ikki skal rakast ov hart.


Les alt lesarabrævið hjá Høgna Hoydal um støðuna niðanfyri:


---------------------------------------------------------

Tað eru nú 68 dagar síðan álopið á Ukraina. 

Alt snýr seg í slíkum støðum um, at vit í uttanríkispolitikki tala við einari rødd vegna Føroyar. 

Vit eiga at taka okkara egnu avgerðir. Vit í Tjóðveldi hava frá byrjan mælt til, at vit eiga at steðga útflutninginum til Russlands. Hetta er lutfalsliga eitt sera stórt stig fyri Føroyar - ikki minst í mun til onnur lond, sum nú finnast at okkum.

Men Løgmaður og landsstýrismaðurin hava samskift við Danmark, heldur enn við flokkarnar, sum fólkið hevur valt í Føroyum.

Summar fyritøkur hava sjálvar tikið sínar støður. Og hava verið noyddar at gera tað. Onkur vil hava kommunurnar at gera okkurt. 

Men øll eftirlýsa sjálvandi eini felags støðutakan frá landsstýrinum – stjórnini í landinum – sum er bygt á seriøsa viðgerð og undirtøku í Løgtinginum.

Ístaðin eru mótstríðandi útmeldingar komnar frá samgongulimum, sum fara í allar ættir. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum sigur eitt, og sigur samgonguna vilja nakað annað. Men vil verja sín sess, sigur hann. (Hetta er óhoyrt í mun til so álvarsligt mál). Løgmaður tosar svart. Og ímeðan er tað Fólkaflokkurin, sum innanhýsis gevur samgonguni boð um, hvat skal gerast ella ikki gerast.

Víst eru mótstríðandi áhugamál og ymsar hugsanir um støðu Føroya og tiltøkini. Og tað er júst tí, at politisk leiðsla, seriøst arbeiði, samskifti og greiningar krevjast – so vit kunnu semjast og melda greitt út um okkara uttanríkispolitikk.

Men tá ið vit onga stjórn og leiðslu hava – ja, so verður eisini uttanríkispolitikkurin privatiseraður. Tað kann ikki góðtakast. Lat nú onnur sleppa framat at fáa mál og mið aftur í føroyskan politikk.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder