Innanlands

Høgni Hoydal: Vit mugu gera ein hjálparpakka til vanlig fólk

– Størstu fyritøkurnar, bankarnir og reiðaríini hava metstór yvirskot og vinningsbýti, meðan vanligi føroyingurin fær alsamt torførari við at fáa gerandisdagin at hanga saman, segði formaðurin í Tjóðveldi í røðu sínari á flokstinginum í Fuglafirði

– Vit mugu krevja, at politikkur aftur verður fyri vanlig fólk, segði Høgni Hoydal m.a. í formansrøðuni í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

– Vit mugu krevja, at politikkur aftur verður fyri vanlig fólk, segði Høgni Hoydal m.a. í formansrøðuni í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-30 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit mugu krevja, at politikkur aftur verður fyri vanlig fólk.

Soleiðis orðaði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi seg í formansrøðu sínari á flokstinginum hjá flokkinum í Fuglafirði í dag. Øll formansrøðan kann lesast her.

– Størstu fyritøkurnar, bankarnir og reiðaríini hava metstór yvirskot og vinningsbýti, meðan vanligi føroyingurin fær alsamt torførari við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Hugsa bert um kostnaðin av at seta búgv og at skapa sítt egna heim, umframt allar vanligar útreiðslur í gerandisdegnum, sum nú spola enn meira avstað.

Sambært Høgna Hoydal hava vit tørv á politikki og hjálparátøkum til vanliga føroyingin og tey, sum eru mest sperd í gerandisdegnum og hava minst. Tí heldur Tjóðveldi, at løgtingið átti at funnið semju um ein hjálparpakka til vanlig fólk.

Ein slíkur hjálparpakki kundi, sambært Høgna Hoydal, innihalda m.o. hesi átøk:

  • At brennistuðulin til pensjónistar hækkar
  • Eitt lønarlyft til lægstu lønirnar
  • At familjuískoytið hækka til familjur í fátækraváða
  • At fyritíðarpensjónirnar hækka
  • At partur av kravdu pensjónsuppsparingini hjá lág- og miðalløntum í eina tíð kann gjaldast út sum løn
  • At Bústaðir beinanvegin fáa heimild at byggja bíligari luta-, ognar- og leiguíbúðir – umframt lestrar- og lærlingaíbúðir – og fær heimild at veita stuðul til fólk at byggja hús kring landið
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder