Innanlands

Høgni í Stórustovu nývaldur aðalstjórnarformaður í Tjóðveldi

Á flokstinginum í Hósvík leygardagin varð Høgni í Stórustovu valdur til aðalstjórnarforfólk í flokkinum – Eitt annað valevni, Jógvan Jón Henriksen var í uppskoti til sessin

2024-04-06 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á flokstinginum hjá Tjóðveldi í Hósvík varð Høgni í Stórustovu valdur til aðalstjórnarforfólk í flokkinum.

Tvey valevni vóru í uppskoti til sessin. Sandoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið høvdu Jógvan Jón Henriksen í uppskoti, og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði Høgna í Stórustovu í uppskoti. Eftir eina spennandi atkvøðugreiðslu millum umboð frá øllum økisfeløgum floksins, Unga Tjóðveldið og ting – og landsstýrisfólki, varð Høgni í Stórustovu valdur, skeivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi.

Høgni í Stórustovu er 59 ára gamal, hevur lisið løgfrøði og hevur starvast sum deildarleiðari í Arbeiðsloysisskipanini síðan 2009. Høgni hevur breiðar arbeiðsroyndir sum fulltrúi í miðfyrisitingini, deildarstjóri á tryggingarøkinum, sum limur og formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og nevndarlimur og forseti í Fótbóltssambandi Førroya.

– Eg gleði meg til at byrja í floksarbeiðinum, og fari við fullum huga at arbeiða fyri hugsjónini, at styrkja og savnað allar kreftir á loysingarveinginum í Føroyum, og at gera hugsjónir og tankar til veruleika, sigur Høgni í Stórustovu.

– Tjóðveldispolitikkurin eigur at røkka út í hvørt heim í Føroyum, og við styrktum økisfeløgum, góðari samskipan millum okkara fólkavaldu, á tingi, í kommunum og flokkin. Tað er avgerandi at politisku flokkarnir eisini fáa eitt grundarlag at standa á soleiðis, at flokkarnir kunnu arbeiða virki fólkaræðinum at gagni, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder