2026-07-20 17:13
Leirvíkingurin Høgni Kannuberg hevur verið nógv virkin í tónleiki og gevur nú fyrsta staklagið út.
Tað eitur “Tankin Streyfaði Meg (Siberia)”, og kann hoyrast niðanfyri ella á Youtube-síðu hansara.
Sangurin hevur ein lættan og melodiskan pop/rock-dám, við íblástri av britpop-sjangruni.
Lagið er framleitt av Hans Poulsen í IntroVers Studio. Við á lagnum eru Guðrun Sólja Jacobsen sum syngur kór, og Hans Jákup Abrahamsen spælir trompet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald