Innanlands

Høgni Olsen nýggjur fíggjarstjóri í Almannaverkinum

Høgni er 41 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í fígging og strategiskari leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn umframt drúgvar arbeiðsroyndir frá fíggjarliga økinum

2022-01-28 16:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Høgni Olsen er í dag settur í starv sum fíggjarstjóri í Almannaverkinum. Tað boðar Almannaverkið frá í tíðindaskrivi.

Høgni er 41 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í fígging og strategiskari leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, og hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir frá fíggjarliga økinum.

Eitt nú hevur hann verið leiðari á íløgudeildini hjá Bank Nordik og fíggjar- og fyrisitingarleiðari í ALS. Síðan 2020 til í dag hevur Høgni starvast sum roknskaparleiðari hjá Atlantic Airways.

Høgni er eisini virkin í nevndararbeiði, og hevur hann síðan 2017 millum annað verið nevndarformaður og nevndarlimur í LÍV-samtakinum.

Uppgávan hjá Høgna verður at menna og leiða fjølbroytta fíggjarumhvørvið og fyrisitingina í Almannaverkinum og vera ein aktivur partur av menningini av stovninum saman við leiðsluni.


– Vit fegnast um at fáa ein fíggjarstjóra við tí vitan og teimum royndum, sum Høgni hevur, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Høgni er úr Havn, giftur við Katrini K. Olsen, og saman eiga tey trý børn. Hann tekur við starvinum í seinasta lagi 1. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder