Innanlands

Høgni úr Klaksvík setir ljós á danska tænaratrotið

Er høvuðssøga á heimasíðuni hjá Danmarks Radio í dag

2019-10-04 17:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klaksvíkingurin Høgni Olsen, sum fleiri kanska kenna aftur frá føroyska sjónleikarapallinum, verður nú brúktur í eini herðferð at fáa ung í Danmark at velja at gerast tænarar.

Høgni gongur sjálvur á danska Hotel- og Restaurantskolen, og er í løtuni í læru á Michelin-matstovuni Søllerød Kro beint norðan fyri Keypmannahavn, har ein annar føroyingur, Jan Restorff, er matstovuleiðari.

Í grein á heimasíðuni hjá Danmarks Radio greiðir Høgni frá síni útbúgving og vísir á hvussu spennandi yrkið er.

Men hóast danska matstovuvinnan er í stórum vøkstri, og hevur ovurstóran tørv á útbúnum tænarum, so vóru tað bert 157, sum vórðu útlærd sum tænarar í Danmark í fjør.

Les greinina um Høgna her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder