Uttanlands

Høgravíðgongdi Alex Jones hálva mia. í bót fyri at lúgva um skúladráp

Dømdur at rinda foreldrum at barni, sum varð dripið á Sandy Hook skúlanum, nærum hálva mia. kr. fyri at lúgva. Enn fleiri dómar eru ávegis.

Alex Jones, sum í 10 ár hevur trúttað niður í amerikanarar lygnina um, at barnadrápini í skúla í Texas var ein sjónleikur, er fyribils dømdur at rinda hálva milliard kr. til foreldur at barni, sum varð dripið. Nú koma uppaftur fleiri sakarmál móti sera høgravenda konspiratiónsteoretikaranum.

Alex Jones, sum í 10 ár hevur trúttað niður í amerikanarar lygnina um, at barnadrápini í skúla í Texas var ein sjónleikur, er fyribils dømdur at rinda hálva milliard kr. til foreldur at barni, sum varð dripið. Nú koma uppaftur fleiri sakarmál móti sera høgravenda konspiratiónsteoretikaranum.

2022-08-07 20:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Greining. Hann er ikki so kendur um okkara leiðir, men í USA er hann á øllum forsíðum. Hann er bæði elskaður og hataður fyri sínar konspiratiónsteoriir, sum flest allar hava havt til endamál at undirgrava stjórnina og almennar stovnar eins og øll tey, sum ganga inn fyri eini strangari vápnalóg. Hann hevur nú í mong ár m.a. gjøgnum sína egnu privatu miðlarás InfoWars.com og sum útvarpsvertur langað út eftir demokratum og vinstrahallum og stuðlað víðgongdar felagsskapir á høgravonginum eins og fyrrverandi forsetan Donald Trump.

[object Object]

Tað gav at býta, tá hann fyri tíð síðani á InfoWars rás síni fór í herðna ímóti foreldrunum at teimum 20 børnunum, sum fyri 10 árum síðani  vórðu skotin í skúlanum Sandy Hook.

Boðskapur hansara var og hevur øll hesi mongu árini verið, at drápini bygdu á eina lygn, sum hevði til endamál at raka tey, sum vilja varðveita vápnalógina. Hansara konspiratiónsteori var, at drápini vóru at meta sum ein sjónleikur, har foreldrini at børnunum vórðu sjónleikarar, ið høvdu til endamál at ávirka amerikanarar til at venda sær ímóti fríari atgongd til vápn. Eingi børn vórðu deyð varð hansara boðskapur, sum hann segði sínum millióna lurtaraskarða í heili 10 ár. Aftur og aftur herjaði hann á offrini, foreldrini at dripnu skúlabørnunum, við síni lemjandi og knívhvøssu skrálirødd, so tað hoyrdist út í allar partar av amerikanska samfelagnum. Høvuðsboðskapurin var tann sami hvørja ferð, nevniliga at børnini vórðu als ikki dripin.

Washington Post, sum hevur fylgt sakarmálinum,  skrivar m.a. um Jones:  “He was falsely claiming that no children died and the families were "crisis actors" in a "giant hoax" designed to take away guns.” Hann vildi vera við, at foreldrini at dripnu børnunum í Sandy Hook, vóru lygnarar.

[object Object]

Hálv milliard í bót bara byrjanin

Foreldur hava nú í mong ár roynt at steðga Jones, men hann hevur alla tíðina fjalt seg undir grundlógartryggjaða rættinum til frítt at siga sína hugsan. Men nú tá viðhaldsfólk hjá Jones hóttu foreldur at børnunum við lívinum varð ovboðið. Nú fleyt bikarið yvir hjá fleiri av foreldrunum, sum orsakað av lygnini hjá Alex Jones kendu seg veruliga hótt við lívinum, nú fleiri av hansara viðhaldsfólkum forfylgdu foreldrunum og entá skutu inn í teirra hús.

Hetta hevði við sær, at Alex Jones varð stevndur fyri rættin, og hósdagin fall fyrsti dómurin, har hann skal rinda 40 mió. kr. í endurgjaldi til foreldur frá Sandy Hook drápinum. Fríggjadagin fall enn ein dómur, hesaferð varð upphæddin hann skal gjalda 500 mió. kr. Og fleiri onnur sakarmál standa í bíðirøð. Nevningating hava ikki verið í iva og hava mett, at ein sovorðin lygn og konspiratiónsteori, sum fer eftir teimum mest særdu og raktu í samfelagnum, eftir høpisleys barnadráp, skal ikki sleppa at endurtaka seg. 

Sakførarin hjá Jones hevur mótmælt upphæddunum og sagt, at tær eru alt ov stórar, og at Alex Jones hevur ikki ráð til at gjalda. Eitt vitni segði tó undir rættarsakini, at Alex Jones er góður fyri meira enn 2-3 mia. kr. Hann forvinnur 13.000 dollarar um tíman uppá sínar lygnir.

[object Object] 

Amerikanskir miðlar skriva, at dómarnir eru eisini ein óbeinleiðis dómur móti fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump. Alex Jones hevur nevniliga verið ein av næstu stuðlunum hjá Trump til forsetavalini og sjálvt eftir, at Alex Jones skýrdi skúladrápini í Sandy Hook fyri sjónleik, helt forsetin fram við at rósa Alex Jones fyri sítt slóðbrótandi arbeiði ímóti teimum vinstrahallu.

Í fleiri ár er Alex Jones sloppin at brúka sínar miðlar til at endurtaka, at eitt tað størsta skúladrápið í amerikanskari søgu bygdi á eina  lygn, sjónleik og svik. Neil Heslin and Scarlett Lewis, sum sambært The Washington Post og aðrar miðlar, vóru tey fyrstu at fara í rættin við Jones, gjørdu rættinum og nevningunum greitt,  hvussu Jones hevði gjørt teirra lív til eitt “living hell”, eftir at teirra seks ára gamli sonur, varð skotin undir álopinum á skúlan.

"I can't even describe the last nine-and-a-half years. The living hell that I and others have had to endure because of the recklessness and negligence of Alex Jones,” segði Scarlett Lewis undir rættarsakini.

Undir yvirskriftum sum “How Alex Jones helped mainstream conspiracy theories into American life” hava amerikanskir miðlar seinastu dagarnar ruddað forsíðurnar fyri at kunna um hesi fyrstu sakarmálini  av sínum slag í USA, har dómar verða sagdir fyri at brúka konspiratiónsteoriir sum lygn ímóti borgarunum.

Roknað verður við, at høgu upphæddirnar, sum Alex Jones nú skal gjalda, fara at skapa presedens í framtíðar rættarmálum. Tær hava eisini til endamál at fáa aðrar víðgongdar konspiratiónsteoretikarar at umhugsa síni orð og gerðir. Tað verður ikki longur loyvt at goyma seg aftanfyri amerikonsku grundlógina um “free speach”, tí hon fevnir ikki um lygnir.

Hóast hetta verður mett, at mongu lurtararnir og viðhaldsfólkini hjá Alex Jones kortini fara at halda fram við at stuðla honum. Fyri tey mest víðgongdu fara dómar móti Alex Jones bara at eggja til uppaftur størri haturstalu. Hetta eru so eisini fólk, sum í stóran mun stuðla Donald Trump at gerast forseti aftur skriva eygleiðarar í amerikonskum miðlum nú eftir fyrstu dómarnar.

Tað, sum viðmerkjarar, ið hava verið við til rættarmálini, serliga hava býta merki í, eru orðini hjá Alex Jones, har hann undir rættarmálinum bráddliga kendi seg noyddan at viðganga, at tað hann hevði ført fram øll hesi árini var lygn. Morðini í Sandy Hook vóru 100% verulig.

[object Object][object Object]

Alex Jones upphavsmaður til flestu konspiratiónsteoriir

Alex Jones hevur leingi verið kendur fyri sínar sera høgravíðgongdu konspiratiónsteoriir og hevur í fleiri førum givið eitt nú tí almenna FBI skuldina fyri at standa aftanfyri bumbuatsóknir eitt nú Bostan Marathon í 2013 og royndina at drepa demokratisku kongresskvinnuna Gabby Gifford í 2011.

Tað var ein sonevnd  “government mind control operation”, segði hann sínum fylgjarum á netinum. Eisini mest umrødda álopið 11. september kom innanífrá segði Alex Jones.  Alex Jones var eisini tann, sum kom fram við lygnini um, at tað var umsitingin hjá Bush forseta, ið stóð aftanfyri álopið.

Hann er so eisini komin fram við konspiratiónsteoriium um tvær aðrar av teimum mest ógvusligu hendingunum í USA, hana í Waco í Texas og hana í Oklahoma, har hundraðtals fólk doyðu.  

Alex Jones ikki bara lýgur, tí tað tænir honum og øðrum varð sagt í rættinum.  Hann forvinnur eisini  nógvar pengar uppá sínar lygnir segði annað av foreldrunum, sum saksøkti hann. Eitt vitni kundi í hesum sambandi vísa á, at søla av ymsum Alex Jones “vørum” hevði givið móðurfelagnum 64 mió. dollarar í inntøku.

Upplýsingar á fartelefonini hjá Alex Jones, vístu, at hansara InfoWars heimasíða forvann so mikið sum 800.000 dollarar um dagin. Samlaða ognin hjá honum og InfoWars er millum 135 mió. og 270 mió. dollarar vísti búskaparfrøðingur á undir rættarmálinum.

[object Object]

Jones  er ikki tann fyrsti til at brúka internetið serliga til at fáa út til almenningin víðgongdar konspiratiónsteoriir. Men hann er tann, sum hevur gjørt hetta í stóran stíl og hevur eydnast við tí. Hann hevur fingið heitið faðirin at konspiratiónsteoriium.  Aðrar konspiratiónsteoriiir, sum hava fingið stóra undirtøku gjøgnum internetið er antivaksinu herferðin undir korona eins og lygnin um, at Trump vann forsetavalið í 2020.

"You preach apocalypse and then you sell stuff that can help you in an apocalypse," segði  Yunkang Yang, professari í samskifti á Texas A&M.

Tað kemst ikki uttan um, tá søgan um Alex Jones verður søgd, at tætt samband var millum hann og táverandi forsetan Donald Trump. Og tað er greitt sambært flestu eygleiðarum, at Jones hevur sett síni fingramerki á konservativa vongin og politikkin í USA.

[object Object]

Lygnir um Obama og Hillary

Tá Barack Obama var forseti, tóku InfoWars saman Donald Trump stig  til at marknaðarføra rasistisku lygnina um, at Obama var als ikki amerikanskur borgari. Tískil hevði hann ikki loyvi til at stilla upp til forseta. Sjálvt eftir at prógv vórðu løgd fram um hansara amerikanska føðistað hildu Alex Jones og Donald Trump fram við at bera lygnina fram.

InfoWars stóð eisini fyri enn eini ótrúligari politiskari konspiratiónsteori, nevniliga Pizzagate conspiracy theory, sum av órøttum skýrir Hillary Clinton og aðrar demokratar at standa aftanfyri einum barnasex felagsskapi, sum heldur til í einum pitzaria í Washington.

Dagin eftir hesa íspunnu lygusøguna fór ein høgravíðgongdur stuðul hjá Jones og Trump inn í pitzaria matstovu og skjeyt ávaringarskot. Hann var sambært New York Times eggjaður til hetta av sendingini í InfoWars. Seinni kom Jones við eini umbering til matstovuna fyri at hava logið um hana.

Undir valstríði sínum í 2015 brúkti Trump sín vinskap við Jones og hansara InfoWars sending til at marknaðarføra seg og segði við fólk við konspiratiónsteorium, at hann var teirra maður, og at hann var teirra valevni, hann, sum var konspiratiónsteoretikari  um ein háls. Tað vóru m.a. hesi fólkini, ið tryggjaðu Trump sigurin í 2016.  

Alex Jones stendur nú til at vera saksøktur av enn fleiri familjum at børnum, sum vórðu dripin í Sandy Hook skúlanum. Jones, sum kennir seg kroystan av øll hesum,  roynir nú at koyra síni feløg á húsagang fyri at sleppa undan at rinda bøturnar, men ivasamt er um hetta fer at eydnast.  Tað er komið fram, at Jones hevur fjalt sínar stóru ognir í ymsum feløgum.

Kortini fara avleiðingarnar av InfoWars heimasíðuni framhaldandi at kunna elva til  skaða. Konspiratiónsteoriir eru við Alex Jones vornar ein partur av gerandisdegnum,  og har Alex Jones er upphavsmaðurin.

Undir sakarmálinum hevur sakførarin hjá Jones víst á, at Jones hevur ikki gjørt annað enn at brúka  talu- og skrivifrælsi í USA, ið  er tað ein partur av grundlógini. Til hetta svaraði sakførarin hjá foreldrunum at dripnu børnunum, at hetta frælsið fevnir ikki um lygnir.

Haturstalurnar hjá Jones hava fingið fleiri av teimum stóru internetfeløgunum, YouTube, Twitter og Facebook, at nokta honum innivist. Kortini er tað ein sannroynd, at fleiri milliónir fólk fylgja Jones á hansara sosialu pallum.  

[object Object]

Alex Jones og Donald Trump

Amerikanskir miðlar gera nógv burtur úr tætta sambandinum millum Alex Jones og táverandi forsetan Donald Trump. Í 2015 var Trump gestur í miðlasending við Alex Jones, har tá komandi forsetin rósti Jones. Hetta hóast Jones síðani morðini í Texas fimm ár frammanundan aftur og aftur hevði breitt út lygnina um morðini.

Trump gjørdi eisini sjálvur brúk av fleiri av konspiratiónsteoriiunum hjá Jones í valstríðnum, har sagt varð, at Barack Obama og Hillary Clinton høvdu stovnað terrorfelagsskapin “Islamiskur Statur”. At forsetin legði so stóran dent á sendingarnar hjá Jones hevði við sær, at hann gjørdist uppaftur meira álopssinnaður móti øllum, sum kundu hótta Trump.

Eisini høgravenda sjónvarpsrásin Fox News,  sum í einum og øllum stuðlaði Trump, hevði gott eygað á Alex Jones, uttan mun til at hansara konspiratiónsteoriir allar bygdu á lygn. Fox verturin Tucker Carlson, sum í dag telist millum fremstu jornalistarnar á høgravonginum í USA, var so hugtikin av Alex Jones, at hann útrópti Jones sum “one of the most popular journalists on the right.”

Seinni hevur fyrrverandi republikanski senatorurin Joe Walch úttalað: “there’s really no difference between Alex Jones and Donald Trump. None.”

[object Object]

Kanningarnevnd vil hava innlit í Alex Jones tilfar

Tað seinasta, sum er hent í Alex Jones málinum, er, at kanningarnevndin, sum kannar álopið á Kongressina 6. januar 2021, vil hava atgongd til alt tilfarið, sum er komið fram í rættarmálinum, tí partar av tí hava við álopið at gera.

Her er serstakliga talan um innihaldið á fartelefonini hjá Jones, sum hansara egnu sakførarar av ósketni komu at senda til sakførarnar hjá saksøkjara í Sandy Hook málinum. Tað vísir seg, at partur av innihaldinum  í telefonini hjá Jones fevnir um tíðina bæði undan, undir og eftir álopið á Kongressina, har Alex Jones sjálvur var sera virkin við m.a. at heita  á fólk um at fara til Washington at stuðla Trump.

Keldur: BBC, NRK, DR, Washington Post, New York Times, Fox News, CNN, MSNBC, CBS.

Niðanfyri eisini nakrar leinkjur til Alex Jones málið eins og sambandið millum hann og fyrrverandi forsetan.


https://www.youtube.com/watch?v=Z8QbCuOSSz4

https://www.pbs.org/wgbh/frontline/documentary/united-states-of-conspiracy/

https://www.youtube.com/watch?v=4LeChPL0sLE

https://www.youtube.com/watch?v=tgDqzpF1B8Y

https://www.washingtonpost.com/politics/2021/12/02/tucker-carlson-alex-jones-embrace/

https://www.youtube.com/watch?v=dKbAmNwbiMk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder